Dáma væl at skata

Hósvík: Líkt er til at børnunum í Hósvík dáma væl at skata.

Í øllum førum hevur tann gamla kommunan  Hósvíkar kommuna  í síni tíð havt eitt uppskot til viðgerð um at fáa eina serstaka breyt til íðkanina av skateboard.
Hetta uppskotið varð játtað, men seinni broytt til at kommunan eisini skuldi byggja hesa breytina. Einki var kortini játtað av peningi til endamálið.
Nú er málið komið fram aftur í nýggju kommununi, men samstundis hevur tað reist ein annan spurning: Trygdin. Tí hevur umsitingin í Sunda kommunu biðið Tryggingarfelagið um at kanna, hvørja ábyrgdartrygging sum kommunan skal hava um skaðar henda børnunum.
Á bygdaráðsfundinum í gjárkvøldið skuldi bygdaráðið taka støðu til eitt uppskot um at kommunan letur eitt øki til hetta endamálið. Hetta økið er sunnanfyri vøllin í bygdini.