Nú farið er um ársskiftið, eru flestu fótbóltsleikarar helst farnir at hugsa um heimligu kappingina, og í næstum fara venjingarnar kring landið at byrja.
Ein partur av leikinum á grøna gras(líkinum) er sjálvandi eisini luturin hjá dómarum okkara, og hesir eru sjálvandi eisini farnir undir sínar fyrireikingar.
Fara uttanlands
Komandi vikuskifti fer Birgir Sondun, sum í fleiri ár hevur dømt fyrstudeildarfótbólt, til Svøríkis, har han skal luttaka á skeiðið, sum er fyriskipað av svenska fótbóltssambandinum.
Talan er um skeið, sum svenska fótbóltssambandið skipar fyri á hvørjum árið, og stendur tað FSF í boði at luttaka á hesum skeiði.
Talan verður helst eisini um dómaraskeið, har føroyingar kunnu luttaka, í bæði Noreg og Danmark, men enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu verður við hesum.
Tá føroyska A-landsliðið um mánaðarskifti komandi skal á venjingarlegu í Spaniu, standa standa tveir dystir í nýskipaðu NM-kappingini eisini á skránni.
Føroyingar skulu tá leika móti Finlandi og Íslandi, og umframt at landsliðsleikararnir eru við á ferðini, er eisini Lassin Isaksen við í ferðalagnum.
Lassin skal á ferðini døma dystin millum Finnland og Ísland, og afturat sær á ferðini skal hann hava ein føroyskan hjálpardómara. Enn er tó ikki avgjørt, hvør hesin verður.
Væl fyrireikaðir
FSF roynir at leggja stóran dent, at fótbóltsdómarar okkara eru fakliga væl fyri, og í hesum sambandi verða eisini skeið av ymsum slag hildin.
Í løtuni verða fyrireikingarskeið til komandi dómarar hildin, og skulu hesir tli próvtøku seinast í hesum mánaðinum.
Harumframt verður eisini hildið skeið fyri verandi dómarum, og verður tað í ár norðmaðurin, Reidar Bjørnestad, sum skal standa fyri skeiðnum. Hesin er annars í starvi hjá norska fótbóltssambandinum, og er tað eisini í samstarvi við teir, at vitjanin er fingin í lag.
Dómarar venja
At enda skulu vit siga frá, at vit hava eina áheitan til allar áhugaðar dómarar frá Birgiri Sondun og Oddmari Andreasen. Teir boða frá, at komandi vikurnar verða teir á vøllinum í Gundadali hvønn mána-, miku- og fríggjadag, har teir ætla at vemja eitt sindur. Ætlanin er, at venjingin skal fevna um bæði renning og bóltspæl, umframt at teir fríggjadag eisini ætla sær at ein túr niðan í svimjihylin. Sum sagt heita teir á allar áhugaðar dómarar at møta upp, soleiðis at venjingin kann gerast so hugalig sum gjørligt.










