Døma sínar egnu

Í landskappingini sleppa hondbóltsdómarar ikki at døma dystir hjá egnum felag, men spurningurin er, um nøkur haldgóð orsøk er fyri, at hetta ikki kann lata seg gera

 

Hondbóltsdómarar


Í dystinum millum Kyndil og Neistan var støðan viðvíkjandi dómarunum eitt sindur serlig. Tað varð nevnliga avrátt, at tað skuldu verða Hannis og Uni Wardum úr Kyndli, sum skuldu døma dystin.

Onkur var kanska bangin um, at hetta kundi ávirka dystin, um nógv kom at standa á, men hesir fordómar vórðu tó gjørdir til skammar undir dystinum.


Gera sítt besta

Sjálvir himpraðust dómararnir tó ongantíð, tá teir vórðu spurdir eftir, um teir kundu døma.

- Tað dugi eg ikki at síggja sum nakran trupulleika. Hetta at døma »sítt egna« felag er nakað, sum dómararnir hava tosað nógv um seinnu árini, sigur Hannis Wardum.

- Vit hava tað jú akkurát sum leikararnir á liðunum, tá vit fara til dyst. Vit hugsa ikki um, hvørji liðini eru, men vilja heldur leggja dent á at fremja eitt so gott avrik sum gjørligt. Tað er jú tað, sum vit eru settir til.

- Enn er einki konkret komið á borðið viðvíkjandi einum dómarafelag, men vit hava tosað um at stovnað eitt felag, sum so kundi verið leyst av hondbóltsfeløgunum, og har dómararnir kundu dømt dystir hjá øllum feløgum.

- Støðan er jú tann í dag, at vit hava alt ov fá dómarapør. Støðan verður helst ikki betri eftir jól, tá tað er líkt til, at runavíkingarnir fara at hugsa meira um fótbóltin, og sjálvt um eitt par helst er ávegis úr Kyndli, so er ikki vist, at hetta bøtir so nógv um.

- Støðan kann jú gerast hon, at eitt nú Kyndil dyst eftir dyst fær sama dómarapar, og tað kann verða ein óheppin støða. Bæði fyri leikarar og dómarar. Skal hetta ikki henda í verandi skipan, mugu feløg kroysta fólk til at døma, og tað kann so heldur ikki verða rætt. Tá hevur tú dómarar, sum døma, tí teir eru noyddir til tað, og ikki tí hugurin er til tess.


Habiliteturin

At enda kann skoytast uppí, at tað neyvan ber til at útihýsa dómarum frá ávísan dystum, tí habiliteturin ikki er í lagi. Sum so ofta nevnt í Føroyum, so eru vit øll meira ella minni inhabil, tí samfelagið er so lítið, og hetta verður kanska best undirstrika við júst Hannisi og Una.

Sum er kunnu teir ikki døma Kyndil, sum er felagið, ið teir umboða. Hinvegin kunnu teir døma dystir hjá Neistanum og H71. Hetta hóast Uni í drúgt áramál var fastur fúsur hjá Neistanum, og hóast yngsti beiggin, Bjarni, í dag er millum mest týðandi leikararnar hjá H71. Opni spurningurin er so, hví slíkt dómarapar ikki eins væl kann døma dystir hjá Kyndli sum hjá øðrum, og dómaraavrikið mikukvøldið gav so onga haldgóða orsøk fyri, at hetta ikki skal vera gjørligt.