Dáma ikki sjólívið

Skotski fiskiflotin stendur fyri eini nýggjari avbjóðing. Fyrst og fremst hava teir sama trupulleikan at dragast við sum allar aðrar fiskivinnutjóðir, nevniliga ov lítlar kvotur, men nú eru manningartrupulleikarnir við at vaksa upp um oyri.

Skotar tíma ikki at sigla longur og hetta kemst av at framtíðin er ikki trygg hjá fiskimonnum. Óvissan stavar fyrst og fremst av, at tað er ikki longur lætt av vera fiskimaður, tí skrivstovuveldi hevur tikið yvir, kvoturnar verða minkaðar og leiðir verða stongdar. skrivar norska netsíðan Intrafish.

Fyrr hevur tað verið soleiðis, at sonur hevur fylgt pápa í yrkinum, men hetta er broytt og nú er tað oljuvinnan sum lokkar. Tá skeið fyri fiskimenn vóru hildin fyrr í ár var tað ongin sum teknaði seg úr teimum báðum týdningarmiklastu fiskihavnunum í Skotland, Peterhead og Fraserburg.

Trupulleikin er so stórur í Skotlandi, at bátar og skip liggja tí teir einki fólk hava.