“Dáma” Dynamit og teir spæla á Summar Festivalinum

Summar Festivalurin boðar frá, at um meira enn 3000 fólk “dáma” eina mynd av Dynamit á Facebook, so spæla teir á ársins festivali.

 

So sær út til, at Dynamit aftur eru á skránni til ársins Summar Festival. Í øllum førum um meira enn 3000 fólk “dáma” eina mynd, sum Summar Festivalurin hevur lagt út av bólkinum.

 

Í fjør spældu Dynamit ikki, og tað er fyrstu ferð í fleiri ár, at legendariski klaksvíksbólkurin ikki hevur verið partur av Summar Festival skránni. Og helst vóru tey fleiri, sum kortini væntaðu, at festivalurin fyrr ella seinni fór at kunngera, at bólkurin kortini var ein partur av tónleikaliga hópinum.

 

Í ár sær tað so út til, at føroyingar kunnu vænta sær enn eina Dynamit framførslu til ársins Summar Festival.

 

Tú kanst “dáma” myndina her:

 

www.facebook.com