Kæruviðgerð
Tann 15. apríl sendi Royn eina kæru til dómsnevndina hjá FSF. Kæran snúi seg um dystin millum Royn og B71 í kappingini um FSF-steypið, har Royn hevði kært B71 fyri at nýta spælara, sum ikki stóð á dómaraseðlinum.
Úrskuðrurin hjá kappingernevndini í málinum varð, at sandoyingarnir fingu eina bót fyri ósketni, men at teir ikki vórðu dømdir at tapa dystin. Ein úrskurður, sum hvalbingar ikki vóru nøgdir um, og sum teir tí kærdu til dómsnevndina.
Men síðani er ikki hent nakað sum helst í málinum. Sambært reglugerðini fyri dómsnevndina, so eigur niðurstøða at verða gjørd í málinum innan 10 dagar eftir, at alt viðkomandi tilfar er fingið til vega. Og staðfest verður eisini, at hetta »viðkomandi tilfar« skal fáast til vega sum skjótast.
Handfaringin er prinsipiel
Og tað er einki at siga til, um hvalbingar eru ónøgdir um viðgerðina, sum málið hevur fingið.
Hjá Royn er talan nevnliga um dyst, ið kann vera avgerandi fyri, hvørt liðið skuldi hava møguleika fyri víðari luttøku í kappingini um FSF-steypið. Fær Royn viðhald í kæruni, broytist støðan í bólki 1 soleiðis, at Royn, LÍF og B71 øll hava sama stigatal. Eisini í innanhýsis uppgerðunum vilja liðini hava sama stigatal, men málmunrin hjá Royn vil tó verða tann lakasti. Í førum, har kærur elva til slíka støðu, hevur FSF tó ikki nakran greiðan politikk, og tí er ikki óhugsandi, at kappingarnevndin tá skuldi tikið støðu til, hvat skal henda.
Men hóast kæran varð send dómsnevndini tann 15. apríl, so hevur Royn tó einki hoyrt aftur í málinum. Dómsnevndin var annars saman um vikuskiftið, 23. ? 24. apríl, men ta ferðina vórðu einans málini viðvíkjandi kærunum hjá KÍ og B36 viðgjørd. Tvær kærur, sum annars vórðu lætnar dómsnevndini samstundis, sum kæran hjá Royn varð latin.
Spurningurin er so, hvørja lagnu málið hjá Royn fær. Tað er neyvan haldbært, at dómsnevndin als ikki viðgerð málið, og hóast dómsnevndin sjálvandi kann staðfesta avgerðina hjá kappingarnevndini, so má handfaringin av málinum sigast at hava stóran prinsipiellan týdning. Tí hvussu leingi kann bíðar eftir avgerðum, sum møguliga kunnu fáa avgerandi ávirkan á lands- og/ella steypakapping.
Vit hava fleiri ferðir roynt at fáa viðmerkingar frá formanninum í dómsnevndini, Petur Even Djurhuus, men higartil hevur hesin ikki verið at hitta.