Dálkingin er »Made in China«

Donsk gransking hevur avdúkað ógvusliga dálking av Arktis. Høvuðskeldan til dálkingina er kolkraft Hóast hetta er heimurin við at trýfalda nýtsluna av koli

Næstan uttan at sjálvi vera orsøk til tess eru Føroyar og Grønland vorðin offur fyri ógvusligari dálking við einum av heimsins vandamestu umhvørviseituri, nevnliga kyksilvuri.

Danskir og føroyskir granskarar hava í seinastuni avdúkað eina so ógvusliga dálking við giftinum, at tann føroyski landslæknin nýliga ávarði fólk móti at eta tvøst av grindahvali. Hetta skrivar Berlingske Tidende.

»Made in China« sigur skriftin á teirri vistfrøðiligu vanlukkuni, ið er við at vísa seg í arktisku økjunum. Tann dominerandi keldan til kyksilvurregnið yvir ríkisfelagsskapinum er nevnliga brenningin av kyksilvurbundnum koli í orkuverkunum.

Danskir granskarar meta tað sannlíkt at tann ógvusligi vøksturin í brúkium av koli í Kina er ein umráandi partur av frágreiðingini til tað vaksandi kyksilvurdálkingina yvir Arktis. Kyksilvurið verður nevnliga borðið við vindinum til tað arktiska økið.

Her verður kyksilvurið upphópað í fiski, havfulgi, kópi og tannhvali.