Meiri enn 10 prosent av allari jørð, sum kann dyrkast í Kina, er illa dálkað, og eitt av teimum almennu bløðunum vil vera við, at dálkingin hóttir landsins matframleiðslu. Sambært blaðnum, sum sigur seg hava tíðindini frá vælvitandi keldum í stjórnini, versnar støðan, tí dálkað vatn, tungmetall, kunsttøð og ymiskt burturkast dálkar jørðina. Blaðið sigur, at í fjør máttu 300.000 hektarar takast burtur av landbúnaðarjørðini, tí jørðin var so illa dálkað, og 12 mió. tons av korni máttu beinast burtur, tí ov nógv tungmetall var í korninum.