Um allan heim verður nógv rusk blakað í áir og hav. Ruskið, sum ofta er plastikk av ymiskum slagi, ferðast við streyminum og hópar seg upp í ymiskum økjum, har tað liggur og skemmir náttúruna. Hóast nógv lond hava fingið skipaða brenning og burturbeining av ruski, bæði av landi og av skipum, er rusk kortini ein stórur trupulleiki á heimsins áum og høvum.
Í stóran mun er talan um plastikk, sum er ein álvarsom hóttan fyri dýralív, bæði fyri fisk og fugl. Trupulleikin er, at dýrini kunnu gerast føst í plastikkinum - ella, at tey taka plastik fyri at vera føði og eta tað við teirri avleiðing, at hetta tekur lívið av teimum.
Heimsins stjórnir mugu taka ábyrgdina av at loysa hesar dálkingartrupulleikar, sigur David de Rothschild, umhvørvisgranskari og grundleggjari av Adventure Ecology.