Dálkaðir ella gedignir føroyingar

    

Verið nú ikki fyri! Haldið tykkum nú øll føst! Varið tykkum, serliga øll óføroysk ella órein element!
Tí nú, beint nú skal tað avgerast, hvør ið er juridiskt reinur føroyingur, proklamerar varaløgmaður, harra Høgni Hoydal í bombastiskum orðalagi í bløðunum seinasta hósdag.
Higartil hava vit aðrir, satt at siga hildið, at tað mest hevur verið hansara egna privata og grammatiska problem! Men nei, nú fáa vit at vita, at tað er hetta, sum nívir alt okkara fólk og forpestar gerandisdagin, uttan at fólkið veit av tí, og teir pannurukkandi og djúpt disputerandi grundlógar-smiðirnir eru fólkarættsliga bekymraðir um, hvussu man effektivt skal sortera føroyingar frá restini av mannaættini, og serstakliga frá dønum.
Tí bara ektaðir, fullblóðs og rættstemplaðir landsmenn kunnu vænta sær nøkur borgararættindi í eini komandi heilstoyptari føroyskari republikk. Sostatt er tað at vera føroyingur nú reduserað til ein definitiónsspurning, og tað hevur ikki nakað við mentan og siðmenning at gera longur. Men tann endaliga loysnin er hárfínt problematisk, og eksakta definitiónin er subtil og kundi ætlandi givið einum dusini av juraheysum arbeiði til eina hálva øld. Neyðugt hevur tí eisini verið at leita sær serkøna uttanlands hjálp.
Etnisk viðurskifti eru trupul at definera, tí átti heimastýrislógin aldri at gjørt tað, men nú vilja menn gera sama feilin umaftur ? tað skal definerast! HVÍ 1 - At definera ein føroying er ikki hvønnmansføri, serliga ikki, um vit skulu fáa allar loysingarmenninar upp í leypin.
T.d. er eitt geografiskt kriterium heilt óbrúkiligt, tí so koma bæði varaløgmaður og meginparturin av hansara familju í vanda og falla heilt uttanfyri, tí tey flestu av teimum eru donsk og uppvaksin í útlegd ? sjálvur er varaHøgni føddur í Danmark og uppaldur í einum donskum Mao-barnagarði.
Eitt málsligt kriterium dugir heldur ikki, tí um vit skuldu farið og eksaminerað fólk til borgararættindi, so høvdu hópin av oddamonnunum í loysingarrørsluni dumpað, tí teir málbera seg so illa á føroyskum, og nógvir, eitt nú varaløgmaður, hava ongantíð fingið bendingarhylling á hvørki hvørjum- ella hvønnfalli.
Eitt ekstremt tekstil kriterium hevði kanska verið vert at umhugsað, so sum uniformering í koti ella føroyskum búna ? hetta hevði havt tann fyrimun, at man slapp av við nógvar javnaðarmenn, sum hvørki krógva seg í koti ella eru andliga skøddir í húðarskóm.
Fyri góðum tveimum árum síðani var varaHøgni við fleiri disiplum yvir í Reykjavík og forhoyrdi seg um sín uppruna og nationala identitet! ? Hetta var sjálvt hjá íslendingum torfør diagnosa at stilla, men minnist meg rætt, haldi eg, at ein íslendskur professari aftaná gjølliga og nágreiniliga kliniska kanning kom til tað úrslit, at Høgni H. allarhelst var føroyingur, men hann kundi vist ikki garantera nakað, ? ikki eitt hundrað prosent, ið hvussu so er! Men sjálvur var Høgni H. bæði errin og ovurfegin, og tá ið hann kom heim aftur úr Íslandi, trúttaði hann inn í eyguni á bæði Jóannesi Eidesgaard og tí forundraðu donsku stjórnini, at hann var superføroyingur! Tað var ikki bara Jóannes Eidesgaard, sum sá skeptiskur út! Fólk yvirhøvur vóru ovfarin, málleys og stórbilsin!
Hetta var ein so grotesk og parodisk operetta, at sjálvt ortodoksir tjóðveldismenn skammaðu seg yvir sín fjákuta floksførara.
Slík ábyrgdarleys og studentikos orðaklúgving, trætan ella møsn hjá óroyndum politiskum kannustoyparum og grunnum amatørum í politiska handverkinum var og verður ørkisleysur heilafimleikur fyri triðja-rangs juristar, ? fyri onnur er tað tíðsspilla, tí fyri matematiskt- og logiskthugsandi ella vaksin fólk er tað sjálvandi ógjørligt at definera ein føroying sum eitt juridiskt fyribrigdi, og tað skal heldur ikki gerast ? tí tað er og verður ein etniskur spurningur.

Søgulig Holberg-analogi
Annars frætti eg í gjár frá einum skyldmanni, at sjónleiksbólkur í Havn er við at brynja seg til at spæla skemtiliga Holberg-leikin Erasmus Montanus um stutta tíð. Tað má sigast at vera sera aktuelt ? haðani kunnu grundlógar-stoyparar heimta sær nógva inspiratión! Tí í hesum sjónleiki síggja vit besta dømið um ein studentikosan fantast, sum er so bitin av at disputera og klúgva orð, at hann nærmast hevur kvett og kvittað við allan veruleika rundan um seg. Hann resonnerar í sonevndum syllogismum (trí-býtt, og trílinjað resonnement heilt frá Aristotelessar tíð við tveimum premissum og síðani konklusión).
Fyri at nevna eitt dømi, eg ørminnist frá Erasmusi, so forskrekkir hesin bannsetti letingi mammu sína við fylgjandi syllogismu:

En sten kan ikke flyve.
Morlille kan ikke flyve.
Ergo er morlille en sten.

Men tá ið mamman, sum ikki er universitetsútbúgvin akademikari, fer at gráta, bjargar Erasmus henni næstan alt fyri eitt við fylgjandi drepandi syllogismu:

En sten kan ikke tale.
Morlille kan tale.
Ergo er morlille ikki en sten

Loyva vit okkum eina lítla analogi til føroysku grundlógar-naggatódnina, har ovurlærdir esoteriskir menn sita í sveittabroti og definera, meðan teir elta sínar yvirbelastaðu heila-cellur við hvørjum juridiskum stavilsi og hvørjum kúgvandi komma, sum skal vigast og umhugsast, áðrenn tað kann koyrast í tað lidna grundlógar-deiggið, ja, so er tað nærliggjandi og av evsta republikanska týdningi, at vit royna at assistera heila-trustin við fylgjandi serføroyskum syllogismum, sum kanska kundu sloppið tí illa sperdu grundlógar-manningini úr kriterii-kreppuni.

Ein dani dugir ikki at benda
Harra Høgni H. dugir ikki at benda
Ergo er harra Høgni H. avgjørt dani.

Men bíða nú ? tað er eingin grund til at kúra, eingin orsøk til tjóðveldisgrát ella tannagrísl enn ? tí beint oman á hetta illavorðna filologiska argumentið kemur tann evsta føroyska intelligens-reservan til hjálpar við rótføroyskum kirkjubíggjar-logikki.

Ein dani tímir ikki at ganga í koti.
Harra Høgni H. spákar dúgliga í koti.
Ergo er harra Høgni H. yvirhøvur ikki dani.

Nú eru tær disputerandi og definerandi grundlógarhetjurnar sissaðar, ja, beinleiðis ovurfegnar, og tað verður dansur alla náttina í grundlógar-klubbanum. Og soleiðis kann tann grunni grundlógarsjónleikurin halda fram til langt eftir at plakatirnar til Holberg-leikin eru tiknar niður!
Skuldi hetta ikki verið ein gongd leið, kunnu menn mynstra við eini heilt aðrari slupp og leita sær søguliga inspiratión frá teirra undangongumonnum í sjálvstýrislandsstýrinum, fyrst í trýssunum. Teir skuldu eisini eitast at vera vaksnir menn, og ikki óvitar!
Føroysk politisk analogi
Tað neyðars Sjálvstýrislandsstýrið 1962-66 hevði nevniliga eisini leingi baksað við einum uppskoti um borgararættindini í sambandi við, at teir vóru so illa til passar av donskum ferðabrævi, at teir vildu hava nýtt serføroyskt pass og broyta táverandi heimastýrislógina, men tað sindrið av tíðini, tá ið teir allir vóru edrúir, bardust teir so illa, at teir ongantíð kundu semjast um, hvussu man skuldi definera føroyingin, serliga tí, at so nógvir av teirra veljarum jú reelt vóru føddir í Danmark og tí etniskt vóru danir ella bara naturaliseraðir føroyingar. Tessvegna kom blaðið Rukkulakkin í Klaksvík teimum á møti við at prenta niðan fyri standandi uppskot um borgararættindi, sum javnaðarmaðurin og blaðskemtarin Villi Sørensen segði seg at hava beinleiðis úr Tinganesi (Rukkulakkin 1964). Hetta verður hervið citerað orðaraðið til inspiratiónar fyri illa staddar, definitións-sperdar og grunnar lógarmenn í dagsins aktuellu kreppustøðu:

» § Borgararættindi §.
a)Føroyingar eru allir føroyingar, sum eru føroyskt føddir, t.v.s. føddir í song við madrassu, fylt við førføroyskum hoyggi (súrhoyggj undantikið) og dýnu, fylt við havhestafjøður ? í Føroyum.
b)Børn, ið hava útlendskan- ella ongan pápa, hava ikki borgararætt í Føroyum.
c)Børn, ið hava útlendska- ella onga móður, hava danskan borgararætt.
d)Børn, fødd av foreldrum, sum bæði eru føroysk og fødd av føroyskum foreldrum, fødd í føðilandinum ella á føroyskum sjóøki ella undir føroyskum himmali, eru føroyingar og hava føroyskan borgararætt.
ð)Astronautar, ið føddir eru í føroyskum himmaløki, hava ikki føroyskan borgararætt, men kunnu fáa hann í samráð við nevndina fyri útrudding av kópi og ravni ? um hon ikki noktar.
--------------------
ø)Børn hjá sonnum føroyskum fosturlandsvinum, annaðhvørt teir eru staddir í Danmark ella Congo, hava sjálvskrivaðan føroyskan borgararætt«.

§ Viðmerking: Nevndin fyri útrudding av ravni og kópi var ein av teimum genialu kommissiónunum, sum landsstýrismaðurin, Karstin Hoydal hevði fingið etablerað! Hetta skjótt 40-ára gamla uppskotið kann ómøguliga vera meira fjákut ella forskrúvað enn tað møsnið, sum grundlógar-klubbin situr og barslar við í løtuni.

Í dag er málið etniskt einfalt, hóast alla jura; ? eingin er í iva um, at útisetar, eitt nú eg sjálvur, eru føroyingar, sum búgva í Danmark (t.e. ein etnisk definitión), og donsku tjóðveldiskonurnar í Havn eru danskarar, sum búgva í Føroyum. ? Voilá!
Men ætla menn veruliga at halda fram við teirra vitleysa definitións-møsni, ja, so gerst úrslitið, um fullveldið verður trúttað ígjøgnum, at vit útisetar verða danskarar, meðan allar tær donsku tjóðveldiskonurnar og eventuellir danskir tjóðveldismenn við gerast føroyingar! ? So stupidur er tjóðveldislogikkur! Og so groteskt láturligur er føroyskur politikkur! ? Er tað løgið, um fáur satirikari hevur hegni til at kappast við veruleikans operettu longur?

8. oktober 2003