Déjá Vu gongur aftur

Helst best kendi bólkurin í 2. umfari av Prixnum skal royna at spæla seg í finaluna við íblástri av donskum háskúla

Tá ið fólk í hesum døgum tosa um, hvør bólkur í 2. umfari fer at vinna, nevna tey flestu Déjá Vu úr Havn.
Kanska er orsøkin til tað, at bólkurin er tann best kendi av teimum, sum eru við í 2. umfari, og kanska er orsøkin eisini, at bólkurin hevur ment seg nógv seinasta árið.
Í august mánaði fóru fýra av teimum fimm, sum spæla í bólkinum, til Danmarkar á háskula. Teir fóru til Den Rytmiske Højskole í Vig, har nógvir føroyingar áður hava gingið.
Líggjas Olsen, Flóvin E. Viderø, Rógvi Rasmussen og Rúni W. Højgaard hava tí brúkt nógva tíð saman um tónleik seinasta hálva árið. Teir hava vant hvør í sínum lagi og saman, teir hava fingið undirvísing, og teir hava tikið ymiskt upp í upptøkuhølum á skúlanum.
Teir vóru eisini við í eini tónleikakapping í Grenå, og har endaðu teir sum nummar 2 av 10 bólkum.
Geva fløgu út
Tann stóra fjøldin kennir kanska ikki Déjá Vu enn, men tað verður møguliga hesin bólkurin, sum fær eitt gjøgnumbrot í kappingini í ár.
Umframt luttøkuna í Prix Føroyum ætlar bólkurin eisini at koma út við eini fløgu í hesum árinum. Teir vóru umboðaðir á fløguni Livandi Tónleikur, sum kom út í fjør, og ein av tónleikarunum í bólkinum ? Flóvin W. Viderø ? hevði eisini skrivað besta sangin á hesi fløgu ? Raven´s Feather ? sum bólkurin Scheilas Summer Sheep spældi.
Bólkurin sigur nakað beskeðið, at teir skriva tónleik, sum teir kanska kunnu kalla sín egna. Teir hava fingið íblástur uttan úr heimi, frá nøvnum sum Sting, Radiohead, Turin Brakes og Elbow.
Leygarkvøldið skulu teir royna at spæla seg í finaluna í Prix Føroyum.