Dáin samlar fyri buss

Leygardagin skipaðu tey á umlættingarheiminum, Dáanum í Klaksvík, fyri tombola til frama fyri buss til heimið

Leygarmorgunin klokkan 10 var tombola á umlættingarheiminum, Dáanum í Klaksvík.
                Á heiminum siga tey, at tey treingja til nýggjan buss, og tí hava nøkur av starvsfólkunum tikið stig at savna pening til endamálið.
               Fyri nøkrum árum síðani, tá Dáin hevði 10 ár á baki, fekk stovnurin ein buss frá býráðnum. Hann var givin stovninum í føðingardagsgávu, tá kommunan fekk nýggjan buss til serflutningstænastuna.
Bussurin kom serstakliga væl við tá. Men nú er hann gamal og slitin, og kostar í umvælingum.
Hetta var triðja tombola, ið skipað var fyri til frama fyri bussin til Dáan. Tað komu 11.000 krónur inn leygardagin, men enn er langt eftir á mál, siga tær, ið skipa fyri innsavningini.