Í kvøld klokkan 19 ber til at síggja svenska skemitleikin »Duvorna« á Tjóðpalli Føroya, sum týski David Giselman hevur skrivað. Leikurin varp eisini spældur í gjárkvøldið.
Tað er fráfaringarflokkurin á sjónleikaraskúlanum í Luleå, sum í apríl og mai hava spælt leikin í bæði Luleå og Stockholm. Hetta er fyrstu ferð, at leikurin hevur verið spældur í Svøríki, og hevur hann verið sera væl móttikin ? bæði av áskoðarum og ummælarum. Leikurin viðger evni sum arbeiðs- og familjuhierarki og hvussu øll á onkran hátt vilja rýma frá sínari støðu í lívinum. Eisini hava tey spælt við kynsrollurnar soleiðis at tveir av leikaranum hava býtt kyn og gera hvør sín »drag«-leiklut.
Kjartan Hansen, ið er ein av leikarunum, hevur við hjálp frá svenskum og føroyskum stuðlum, fingið leikin til Føroya. Hetta er millum annað gjørt fyri at varpa ljós á sjónleikaraskúlarnar rundan um okkum. Eftir leikin verður tískil lagt upp til samrøðu, har til ber at práta við leikararnar um at søkja inn á sjónleiakaraskúlar og hvussu stutt tað í roynd og veru er frá Føroyum til sjónleikaraskúlarnar í grannalondum okkara.
Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og á Tjóðpallinum ein tíma undan sýning.
Leikstjórn: Sara Giese
Leikarar: Klara Bendz, Gustav Ekman Mellbin, Kjartan Hansen, Saskia Husberg, Peter Jansson, Linda Kunze, Masaki Mochizuki og Vibeke Oskal.