Um hálvgum átta tíðina fríggjamorgunin kom fráboðan um, at línubáturin Dúgvuberg hevði siglt á land. Hol kom á skipið, men teir fingu tó siglt inn á Fuglafjørð kortini, sum teir ikki vóru staddir so langt frá.
Sløkkiliðið í Fuglafirði stóð fyri teimum, tá teir komu.
Seinnapartin kom vaktarskipið Tjaldrið á Fuglafjørð og sleipaði Dúgvuberg til Klaksvíkar, har hann fór beint á beding.