Dúgvan verður ikki løgd

Bæði løgmaður og norðoya tingmaður Fólkafloksins, Jákup Mikkelsen siga, at Dúgvan verður ikki løgd fyrst í apríl mánaði, sum liður í sparingunum hjá Strandferðsluni

Báðir eru teir á einum máli um, at tað er eitt afturstig og ein lækking á tænastustøðinum um Leirvíksfjørð at Dúgvan verður løgd, og Ternan verður sett í sigling ístaðin.
Jákup Mikkelsen vil ikki fara út í smálutirnar í málinum, men hann sigur við Sosialin, at hann er næstan 100 % vísur í, at Dúgvan ikki verður løgd.
? Vit arbeiða við málinum, og eg eri rímuliga vísur í, at hon verður ikki løgd, sigur Jákup Mikkelsen.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur somuleiðis, at tað verður arbeitt við málinum, men hann vildi ikki siga nakað ítøkiligt um málið. Hann sigur eisini, at tað má vera eitt rímuligt og nøktandi tænastustøðið á Leirvíksfjarðarleiðini.
Sostatt letur til, at tað verður arbeitt við málinum um Dúgvuna av øllum alvi, og at tað bæði frá landstýrisins síðu og løgtingsins síðu er eitt inniligt ynski um, at Dúgvan heldur fram á Leirvíksfjarðarleiðini.
( Lesið annars reportasju frá Dúgvuni í blaðnum leygardagin.)