Klaksvík: Tað gekk ikki sum ætlað, tá Dúgvan fór av Stongunum í Klaksvík hósdagin. Stutt aftaná fráferðina klokkan 17.20 fekk Dúgvan um skrúvuna, og hon noyddist at leggja stilt á vágni.
Har var hon liggjandi í ein hálvan tíma, til hon vendi aftur. Dúgvan kom aftur til kai um seks-tíðina, og tá fór froskmaður beinanvegin niður at loysa skrúvuna.
Hendingin órógvaði samferðslun um Lorvíksfjørð eitt sindur, men klokkan 19.00 var alt í lagi aftur, og tá fór Dúgvan úr Klaksvík aftur, og síðani hevur hon siglt sum vanligt.