Dúgvan, sum fyri stuttum kom aftur í sigling um Leirvíksfjørð, verður nú aftur tikin úr sigling. Hesuferð er orsøkin tó ikki nakar skaði ella umvælingar. Strandfaraskipið verður tikið úr sigling fyri at spara, og skulu Ternan og Sam tí framyvir røkja siglingina hjá farleið 50.
? Vit eru vís í, at norðoyingar eru glaðari fyri Dúgvuna, men við fíggjarligu avmarkingum hjá Strandfaraskipum Landsins, gevur henda skipanin størsta títtleikan og flutningskapasitet, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni.
Frá fyrst í apríl mánaði kunnu norðoyingar og hini, sum brúka hesa farleið, væntandi veittra farvæl til Dúgvuna og bjóða Ternuni vælkomnari ístaðin.
Eisini øking
?Vit eru sannførd um, at Dúgvan er tað betra skipið, men vit hava bara ongar pengar til tað. Men um vit tosa um bilakapasistet, so tekur Ternan fleiri bilar enn Dúgvan, so hetta minkar ikki, sigur Poul Jákup Thomsen.
Dúgvan gav seinasta ár tvær milliónir í rakstrarhalli, og við hesum broytingunum væntar Strandferðslan at spara umleið 1,8 milliónir krónur í ár.
Tó verða norðoyingar ikki heilt við sviðusoð. Umframt Ternuna fer Sam at halda áfram at gera sítt ískoyti til Leirvíksfjarðasiglingina, og fer Sam tí at sigla 14 tímar um døgnið við tveimum manningum eftir broytingarnar.
Poul Jákup Thomsen metir, at við nýggju skipanini, so fær Strandferðslan betri nøktað flutningstørvin hjá vinnulívinum í Klaksvík, og hetta serliga tí bæði skipini koma at sigla 14 tímar um døgnið.
Broytingarnar koma eisini at hava við sær, at fólk verða søgd úr starvi, og í kunningarskrivi sigur Strandferðslustjórin, Kristian Davidsen, at hetta harmast tey um. Seks fólk kunnu vænta at missa arbeiðið, tá broytingarnar verða framdar.
-? Strandferðslan skilir, at góðskan á sambandinum um Leirvíksfjørð er av alstórum týdningi fyri vinnulívið og Norðoyingar sum heild. Tað vísir seg tíverri ikki at verða møguleiki fyri at finna loysnir, sum nøkta um metta tørvin hjá vinnulívinum í Norðoyggjum við verðandi fíggjarkarmi, sigur strandferðslustjórin millum annað eisini í skrivinum.
Myndatxt: Dúgvan verður nú tikin úr sigling í Leirvíksfjarðaleiðini, og Ternan verður sett inn ístaðin fyri. Sam fer at halda áfram at sigla, og verður túratalið eisini økt, so Sam kemur at sigla 14 tímar um døgnið eins og Ternan