Dúgvan á Tenerife

Dúgvan, ella Sal Rei, sum gamla ferjan hjá klaksvíkingum eitur nú, liggur í løtuni í Tenerife og er ávegis til Grønhøvdaoyggjarnar, har Dúgvan ætlandi skal røkja innanoyggjasigling. Higartil hevur alt gingið sum ætlað umborð og manningin er sera væl nøgd við skipið

Leygarkvøldið kom gamla Dúgvan, ella Sal Rei, sum skipið eitur nú inn til Santa Cruz á Tenerife. Ferjan er ávegis til Grønhøvdaoyggjarnar, har Dúgvan skal røkja innanoyggjasigling fyri flutningsfyritøkuna S. T. M. Lines.
S. T. M. Lines keypti Dúgvuna fyri 2,2 milliónir krónur.
Pauli Klakkstein, virkandi inspektørur hjá Strandfaraskipum Landsins, er í løtuni á Tenerife, og hann hevur verið umborð á Dúgvuni og prátað við manningina um skipið.
- Teir lata avbera væl at Dúgvuni. Her riggar alt sum tað skal og tá ferðin annars hevur gingið væl, kunnu teir ikki annað enn vera sera væl nøgdir við skipið, segði Pauli Klakkstein úr Tenerife í morgun.
Dúgvan hevur verið í Rotterdam á vegnum til Grønhøvdaoyggjarnar eftir farmi, sum í høvuðsheitum var lastbilar, bilar og traktorar. Tað er nevniliga soleiðis, at fleiri fólk av Grønhøvdaoyggjunum búgva og arbeiða í Rotterdam, og tí var tað eitt upplagt høvi hjá teimum har at fáa sent nakað av frakt beinleiðis heim.
- Nú meðan Dúgvan liggur í Tenerife skal nakað av farmi umborð aftrat, og so verður farið víðari í kvøld ella tíðliga í morgin, segði Pauli Klakkstein, virkandi inspektørur hjá Strandfaraskipum Landsins úr Tenerife í morgun.