Suðuroyarsiglingin
Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð hevur enn einaferð staðfest, at tað fer ikki at góðtaka hvat sum helst, tá ið Smyril aftur fer í dokk.
Smyril skal í dokk í einar tveir mánaðir eftir nýggjar at umvæla stabilisatorarnar, men samstundis er ærtlanin at gera árliga eftirlitið, so at hann ikki aftur skal í dokk næsta vár, sum annars hevur verið vanligt.
Men enn er onki avloysaraskip funnið og sum skilst, er tað meir enn ivingarsamt um tað yvirhøvur fer at eydnast at finna eitt skip á sama støði sum Smyril, tí leigumálið er so stutt. Og tað er eisini fleiri ferðir komið fyri, at tað ikki hevur eydnast at finna hósakndi avloysaraskip, eitt nú hevur Dúgvan verið brúkt og ta eina árið var Claymore leigað.
Tvøroyrar Býráð hevur fyrr gjørt av at vísa sína misnøgd við mátan, sum málið verður handfarið upp á við at nokta at geva Dúgvuni atløgupláss.
Bannið víðkað
Og nú Smyril aftur skal í dokk, varð málið einaferð enn viðgjørt í býráðnum mánakvøldið.
Har varð samtykt at halda fast um avgerðina at nokta Dúgvuni atløgupláss.
Men har varð samstundis samtykt at víðka bannið til eisini at ufata øll onnur skip, ið vóru minni enn Smyril.
? Eg dugi kki at síggja nakað endamál í at nokta Dúgvuni atløgupláss og so loyva øðrum skipum, sum ikki eru stórt frægari at leggja at, segði borgarstjórin, Finnleif Guttesen.
Og hesum tók Býráðið undir við.
Sostatt samtykti Býráðið mánakvøldið at hvørki Dúgvan, ella nakað annað skip, sum ikki er á líka høgum støði sum Smyril, fáa atløgupláss á Tvøroyri.
Sostatt krevur býráðið, at avloysaraskipið, sum verður sett í sigling ímeðan Smyril er í dokk, skal í hvussu so er ikki vera verri enn Smyril er.
Annars hevur løgmansskrivstovan fyribils sett bannið hjá Tvøroyrar Býráð um at nokta Dúgvuni atløgupláss, úr gildi við teirri grundgeving, at Býráðið hevur ikki heimild at nokta Dúgvuni atløgupláss.
Ein endalig støða skuldi so takast tá ið Løgmansskrivstovan hevði kannað málið gjølligari og var komin til eina endaliga niðurstøðu.
Tann niðurstøðan er ikki komin enn.
Men Tvøroyrar Býráð svaraði skjótt aftur við at leggja ein trolara yvir á samferðsluhavnina og at bjóða Dúgvuni vælkomnari á havnina á norðaru síðu. Men har er ongin ferjulega, so fyri at fáa ferðafólk og bilar í land, má Dúgvan, og onnur skip, sum ikki hava síðuportur, leggja at við hekkuni so at skipið annars stingur út á sjógv og tað kann bara gerast í besta veðri.
Og kemur avgerðin hjá løgmálaráðnum at standa víð, skilst at tað verður eisini mannagongdin, tá ið Smyril fer í dokk eftir nýggjár og um so er, at avloysaraskipið ikki verður góðtikið.