Dúgvan flutti mann á landsjúkrahúsið

Mánakvøldið varð ein eldri maður í Klaksvík so illa løstaður tá hann varð yvirkoyrdur, at Dúgvan mátti flyta hann suður til Havnar á landssjúkrahúsið.

Ein 73 ára gamal maður og kona hansara vóru á veg í føðingardag mánakvøldið, men túrurin endaði brátt í einum sorgarleiki, tí maðurin varð yvirkoyrdur.

Løgreglan í Klaksvík metir tó ikki, at bilførarin, ið rendi á mannin koyrdi óforsvarligt. Sagt verður, at talan var um eitt keðiligt óhapp, ið ringt var at verja seg fyri.


Breyt seg sundur

Tann 73 ára gamli hevði júst sett bilin frá sær, og var hann á veg tvørtur um Nólsoyarpallsgøtu , tá ein bilur, ið kom norðaneftir, rendi á hann.

Bilurin rakti mannin harðliga, og maðurir varð illa løstaður. Hann varð beinanvegin fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, men har avgjørdu tey at senda mannin til Havnar á landssjúkrahúsið. Av tí at Dúgvan lá í Klaksvík, varð avgjørt at senda hana beinleiðis til Havnar við manninum.


Støðan stabil

Løgreglasn í Klaksvík upplýsir, at maðurin liggur á intensivari deild á landssjúkrahúsinum, men at støðan er stabil, og kann tískil farast undir at skurðviðgerirnar, ið skulu til, fyri at fáa brotini aftur í rættlag.