Dúgvan ella Ternan

Leirvíksfjarðarleiðin er ein tann mest nýtta farleiðin í landinum. Og nú fer hon eisini at merkja sparingarnar hjá Strandferðsluni. Sosialurin hevur verið ein túr umborð

Klokkan er eitt korter yvir eitt, teir seinastu bilarnir koyra umborð á Dúgvuna, og so er klárt at fara frá. Á bildekkinum, sum er fult, standa einir tríggir trailarar, ein bilur hjá IRF og fleiri persónbilar.
Umborð er fitt av fólki, og flestu stilla seg beinanvegin í røð at keypa ferðaseðil. Hóast nógv rokilsi er um hesa ferjuna fyri tíðina, so gongur gerandisdagurin sína vanligu gongd. Ongin veit tó at siga, hvussu longi Dúgvan fer at røkja siglingina um Leirvíksfjørð afturat.
Men tað tykist at vera breið semja millum ferðafólk, at tey heldur vilja hava Dúgvuna enn Ternuna.
? Ternan var góð tann tíð tað var, men hon er ov lítil til leiðina í dag, heldur eitt ferðafólk fyri.
Tey allarflestu hava sum so onki ímóti Ternuni, men tey siga, at hon er so nógv minni. Serliga eru nógv færri sitipláss umborð á Ternuni.
Og tá tað kemur til bilar, tá er munurin eisini stórur. Áðrenn uppmerkingin á bildekkinum á Dúgvuni kom, tók hon 37 bilar, men tá bleiv hvør bilur vaskaður av ferðafólkunum, sum mugu ganga eftir dekkinum. Ein uppmerking varð so gjørd til tess at betra um hetta, men tað førdi samstundis við sær, at hon tekur einar seks ella sjey bilar færri. Ternan er ikki uppmerkt, so hon tekur einar 30 persónbilar. Men tá eru somu fortreytir ikki galdandi fyri skipini bæði.
Tá tað kemur til størri akfør, verður sagt frá Dúgvuni, at tað er ongin trupulleiki at hava fimm trailarar og so nakrar lastbilar afturat við á einum túri. Tað er nakað,sum slettis ikki letur seg gera umborð á Ternuni. Og er hetta ein av størstu orsøkunum til, at øði er komin í vinnulívið í Norðoyggjum. Tað veit, at Ternan merkir longri bíðitíð, tí hon ikki hevur sama kapasitet, sum Dúgvan, serliga tá tað kemur til størri akfør.
Tosið gongur lívliga bæði umborð og á landi, og flest allaðstaðni siga fólk, at tey vilja síggja tað, áðrenn tey trúgva tí, at Dúgvan veruliga verður løgd.
Í Leirvík gongur skjótt fyri seg, og á túrinum aftur til Klaksvíkar er bildekkið ikki fult, so ikki kann annað sigast enn, at tað merkist, at Sam siglir eisini.
Á veg aftur til Klaksvíkar hittast Sam og Dúgvan á Galvinum, men møguliga eru dagarnir tá hesar báðar ferjurnar hittast í Leirvíksfirðinum taldir. Um stutta tíð, verða tað kanska Ternan og Sam, sum røkja farleiðina.
Komin aftur til Klaksvíkar standa aftur nógvir bilar og bíða eftir ferjuni. Trailarar, lastbilar og persónbilar hvør um annan. Kanska sleppa allir við - kanska ikki, men so vita førararnir, at tað gongur bert ein hálvur tími, so er Sam aftur í Klaksvík.