Tey, sum eru úti í missiónstænastu, mugu venja seg við nógvar síður av mentanini m.a. øðrvísi mat. Hvussu hetta er, sleppa luttakararnir á útimissiónsstevnuni sjálvandi eisini at royna í ávísan mun.
Fríggjakvøldið verður eitt serstakt ukreinskt á skránni. Ein ukreinsk suppa, sum Jórun Malaikev er komin við uppskriftini til, verður á skránni.
Leygardagin á døgurða verður ein rættur úr Mauritania á skránni, sum Maureen Clarke er komin við. Í sambandi við hesa máltíðina, so verður eisini etið eins og tað verður etið í Afrika, nevniliga á gólvinum. Tað vil siga, at til hesa máltíðina verða gaffil og knívur ikki nýtt.
- Maturin er nakað øðrvísi enn vit vanliga eta, men tað verður tó ikki nakað, sum vit føroyingar ikki dáma.
- Tað verður kanska ikki so nógv av eplum, men meir av rísi og kryddaríum. Um tað eru eldri fólk ella onnur, ið ikki klára at sita á gólvinum, so kunnu tey tó fáa mat við borðið, sigur Jóhanna Olsen úr Porkeri, ið er ein av teimum, ið skipar fyri og verður kokkur á útimissiónsstevnuni.
Hon sigur, at ætlanin eisini er at hava onkran annan serligan missiónsmat á skránni til onkra av hinum máltíðunum.