Uden mad og drikke, duer helten ikke.
Tað hevur Nólsoyar Bjargingarfelag eisini hugsað um í sambandi við hátíðarhaldið av 25 ára stovningardegnum.
Sum nevnt áður, bjóðaði felagið allari bygdini til morgunmat, men tað steðgar ikki har. Tá upplivingarmorgunin var at enda komin, bjóðaði felagið aftur allari bygdini til døgurða.
Bollar í karrysós og rís varð borðreitt fyri øllum, sum høvdu hug, og tað var sjálvur Anfinn Nielsen úr Anfinn & Co, sum stóð fyri sósini.
Kona Anfinn, Evy Toftegaard Nielsen, situr í nevndini, og tí er ikki so undarligt, at Anfinn er við í fyrireikingunum. Tað eru kanska ikki øll, sum vita tað, men Anfinn hevur í mong Harrans ár siglt sum kokkur.
Tað verður eisini Anfinn & Co, sum fer at standa fyri tónleikinum til dansin, sum verður eftir hátíðardøgurðan, sum byrjar klokkan 19.30 í kvøld.