Í 2008 rak ein deyður døglingur á land í Søltuvík, og leygardagin hendi tað aftur.
Um morgunin sóu fólk ein hval vera riknan á land á Leynasandi, og hetta fekk Náttúrugripasavnið boð um.
Lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen á Náttúrugripasavninum sigur, at hvalurin er ein døglingur, ein honfiskur.
Hvalurin er 6,56 metrar langur, ein hálvvaksin hon.
Hann hevur ligið í sjonum deyður í umleið ein mánað, metir Bjarni Hansen.
Teyhava tikið undirkjaftin av døglinginum til savnið, men annars verður ikki gjørt meira við at kanna hann, eitt nú um hann er kvigin. Ivasamt er, í hvørjum standi hvalurin er í innan.
Enn er døglingurin ikki farin at lukta, men tað kann henda, um hon kemur á.
Helst verður tað Brimil, sum setir á og dregur hvalin til havs.