Tað er ikki bara í Føroyum, at døglingar villast upp á turt. Í gjár viltust sjey døglingar upp á turt í Donegal í Írlandi.
Men munur er kortini á framferðini, tá ið slíkt hendur tí ímeðan vit í Føroyum taka lívið av teimum og hava tvøstið til matna, liggja døglingarnir í Írlandi í fjørini og kvalast til deyðis. Teir eru eisini so tungir, at gøgnini tola ikki at vektina og tí ganga tey fyri, so tað er alt annað enn ein pínuleysur deyði, teir fáa.
Sky News skrivar í morgun, at nú er bara ein av teimum sjey hvalunum eftir á lívi, men serfrøðingar vænta ikki, at honum er lív lagað, hóast tað fór at fløða og hann er flotnaður aftur.
Sky News skrivar eisini, at fólk í hópatali eru farin til hvalirnar fyri at tryggja sær eina mynd av sær saman við hvalunum og tað hevur elvt til hvassar atfinningar frá teimum í IWDG, sum er eitt felag fyri hvalir og springarar í Írlandi.
Einki verður sagt um at hjálpa teimum til havs aftur. Tvørtur ímóti sigur eitt umboð fyri IWDG, at døglingar eru so stórir og tungir, at tað er ómøguligt at fáa teir aftur til havs og tí er einki at gera uttan at geva teimum fyrstuhjálp og at royna at linna teimum pínuna sum best.
Tey hava eisini tosað um at avlíva døglingarnar so at teir ikki skulu liggja og pínast, men IWDG sigur við Sky News, at teir eru so stórir, at tað letur seg ikki gera við rifflu. Teir kunnu bara avlívast av djóralækna við serligum heilivági, ella eiturevni, men slíkt hava tey ikki til taks í Írlandi, og sostatt verða teir liggjandi til teir doyggja av sær sjálvum.