Tá ið hvalbingar komu á føtur í morgun, varnaðust teir at tveir døglingar høvdu svomið seg upp á turt á sandinum.
Teir høvdu svomið seg upp í Rivið og høvdu ongan møguleika at sleppa av aftur.
Hvalbingar settu seg í sambandi við løgregluna og greiddu teimum frá støðuni og haðani varð mett, at einki var at gera uttan at taka teir.
Signar Olsen sigur, at tá ið teir tóku lívið av teimum, brúktu teir hetta nýggja slagið av knívum, har hvalurin bara verður stungin. Men tað er ein serligur knívur gjørdur til døgling og hann er væl størri enn vanligi knívurin til grind.
Hann sigur, at tað lukkaðist avbera væl at fáa lívið av døglingunum.
- Knívurin royndist sera væl, tí tað var bara ein einasti stingur, so doyðu teir við brestin.
Døglingarnir vórðu síðani sleipaðir út á bryggjuna í Nesi, har teir verða skornir upp. Tvøstið verður vigað og býtt til fólkið í kommununi, sum telur bygdirnar Hvalba og Sandvík.
Teir eru miðalstórur, men verða mettir at verða feitir.
Tvøstið er avbera gott, men spikið er ikki mannaføði.