Hundurin Døgg, sum var burtur í tríggjar mánaðir, eftir at hann datt oman í haganum í Kalsoy í fyrrárið, er líka lívligur, blíður og eygagóður, sum hann altíð hevur verið.
- Men okkurt er hent í sinninum á honum. Hundurin ræðist illa vind, regn og myrkur, sum helst minnir hann um tíðina á helluni í sjóroki í myrkastu tíð á árinum, sigur Karsten Hansen, sum ongantíð hevði væntað at sæð hundin aftur.
Karstein Hansen var sannførdur um, at talan var ikki um sín hund, tá hann annan jólamorgun í fyrrárið varð uppringdur av fólki í Mikladali, sum undraðust á, at ein hundur lá á trappusteininum uttan fyri húsini hjá honum í Mikladali.
- Hundurin hevði verið burtur í tríggjar mánaðir tá, og eg ivaðist onga løtu í, at hann var deyður. Har, sum hann datt oman, er frítt fall á 25 metrar niður á hellu, og vit høvdu ofta leitað eftir hundinum við bæði báti og í haganum, men har var einki at síggja ella hoyra, greiðir Karsten Hansen frá.
Men tá hann sá myndir av hundinum, ivaðist hann als ikki.
- Gleðin var ómetaliga stór hjá okkum báðum, tá vit sóust aftur, sigur Karsten Hansen, sum leggur afturat, at tað er púra óskiljandi, at hundurin kom afturíaftur.
Fallið var høgt, og hundurin hevði ongan møguleika at koma upp aftur sjálvur, tí har er so bratt. Hvørjum hann hevur livað av, veit ongin, men Karsten Hansen væntar, at hundurin er komin fram á onkran seyð, sum var omandottin. Vatn rennur oman beint har, sum hundurin fór útav, so vatn hevur hann fingið.
Døgg, sum er ein lítil bordercollie, var bara húð og bein, tá hon kom afturíaftur. Hjá djóralækna varð staðfest, at hundurin hevði brotið kokuna í trimum støðum, og riv vóru eisini brotin. Brotini vóru samanvaksin, men sambært djóralæknanum hevur Døgg ikki kunnað førkað seg nógv ta fyrstu tíðina.
Tað sást týðiliga, at hundurin hevði roynt at koma sær burtur av helluni og upp fyri bakkan aftur. Allir fýra labbarnir bløddu, og klørnar vóru niðurslitnar.
- Men har er so bratt, at tað er ikki hugsingur um, at hann er sloppin upp aftur sjálvur, sigur Karsten Hansen, sum heldur, at ein hvirla hevur tikin hundin upp fyri bakkan. Dagin fyri at hundurin varð sæddur í Mikladali, var kolandi ódn, og Karsten Hansen heldur ikki, at hundurin er komin upp aftur fyrr enn tá, tí nógv fólk vóru ofta í haganum teir mánaðirnar, hundurin var burtur, og ongin hvørki sá ella hoyrdi nakað til hann.
- Fyri at koma til húsini í Mikladali mátti hundurin upp um eini seks ella sjey hegn. Hundurin var í knúsi, men kortini megnaði hann at finna til hús og legði seg á trappusteinin uttan fyri húsini hjá okkum í Mikladali, har hann bara hevði verið tríggjar ferðir áður, sigur Karsten Hansen.
Tíðin á helluni hevur ávirkað Døgg, sum síðani hon kom afturíaftur, er blivin ómetaliga bangin fyri skotum og fýrverki. Tað er eisini vónleyst at fáa hundin út at ganga, tá tað er myrkt, regn og vindur.
– Eg rokni við, at myrkið, regnið og vindurin minnir Døgg um tíðina, hon var á helluni í sjóroki í myrkastu tíð á árinum, sigur Karsten Hansen, sum leggur afturat, at hóast Døgg er merkt av hendingini, so er hon framvegis sera blíð og góð við øll.