Italska ákæruvaldið krevur nú, at teir báðir italsku mótaskapararnir, Domenico Dolce og Stefano Gabbana (myndin), verða dømdir fongsulsrevsing í hálvttriðja ár.
Dolce og Gabbana eru ákærdir fyri hava roynt at sloppið undan skatti fyri milliardir, við tað at teir hava flutt vørumerki sítt, Dolce & Gabbana, til eitt skuffufelag í Luxembourg.
Italia hevur eitt hitt hægsta skattatrýstið í heiminum, men tað er rættiliga óvanligt, at slík stór skattamál enda í rættinum, tí vanliga enda tey við semju.