D-A-D við nýggjari fløgu

Tann 14. november kemur bólkurin D-A-D út við einari nýggjari fløgu, sum hevur fingið heitið "DIC.NII.LAN.DAFT.ERD.ARK".

 

Sambært einum tíðindaskrivi, sum bólkurin hevur sent donskum miðlum, so hevur bólkurin við hesari fløguni vent aftur til uppruna rokkin.

 

Fløgan markerar eisini uppafturtikna samstarvið við framleiðaran Nick Foss, sum áður hevur staðið handan fløgur sum “No Fuel Left For The Pilgrims” og “Everything Glows”.

 

D-A-D sigur við gaffa.dk, at fløgan er munandi øðrvísi enn fløgan, sum seinast kom frá bólkinum.

 

Fyrsta staklagið av nýggju fløguni er á marknaðinum, og hevur heitið “I Want What She’s Got”.

 

Hetta er nummar 11 í røðini av fløgum, sum D-A-D hevur givið út seinastu mongu árini.

 

D-A-D spældi sum flestum kunnugt á Summarfestivalinum í ár, og hóast illveður og regn, so megnaði bólkurin at geva eina fína framførslu.