Í kvøld fara D-A-D, Frændur, Orka, Hanus G. Johansen og fleiri at spæla á summarfestivalinum.
Fyrsti dagur á festivalinum er nú lagdur afturum. Fleiri túsund fólk vóru til konsertirnar í gjárkvøldið, tá Páll Finnur Páll, Deiggj, Stanley og onnur spældu.
Úr Klaksvík siga fyrireikararnir, at roknað verður við enn fleiri fólkum í kvøld, nú tann fyrri av teimum stóru festivaldøgunum verður.
Í kvøld verður stóri pallur á Vágsbøi tikin í brúk, og høvuðsnavnið er rockbólkurin D-A-D. Teir spæla klokkan 22. Á stóra palli verða eisini framførslur við Hanus G. Johansen, Frændum og Jens Marna Hansen.
- Onnur nøvn, sum verða at hoyra á summarfestivalinum í kvøld, eru Evi, Orka, Lisa í Dali, Martin Joensen og fleiri, siga fyrireikararnir úr Klaksvík.