D-A-D má lúta fyri veðrinum

Tað er ikki bert í Føroyum, at tiltøk verða avlýst vegna veður. Ein konsert við danska rockbólkinum D-A-D í kvøld er avlýst Tað regnar av grimd í pørtum av Danmark í Danmark. Summa staðni hava kjallarar staðið undir í vatni í dag, og DMI sigur, at dagurin í dag er ein tann vátasti juni-dagurin í Danmark nakrantíð.

 

Og tað fær eisini avleiðingar fyri eina konsert, sum kendi danski rockbólkurin D-A-D skuldi hava á havnalagnum í Gilleleje í kvøld.

 

Fyrireikararnir siga í einari fráboðan, at vónandi verður konsertin ístaðin hildin fríggjadagin 7. august.