Cyrus Vance deyður

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin doyði leygardagin 84 ára gamal.

Cyrus Vance var uttanríkisráðharri í demokratisku stjórnini hjá Jimmy Carter, forseta í árunum frá 1977 til 1980.

Cyrus Vance var sera virkin í royndunum at fáa varandi frið í Miðeystri, og hann var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri tær sonevndu Camp David-samráðingarnar, sum endaðu við einari friðaravtalu millum Ísrael og Egyptaland.

Vance hevði eisini ein lut í SALT- samráðingunum millum USA og gamla Sovjetsamveldið um at avmarka kjarnorkuvápnini hjá teimum báðum stórveldunum, eins og hann átti ein týðandi lut á sáttmálanum um Panama-veitina.

Cyrus Vance tók seg burtur úr stjórnini hjá Carter eftir ta miseydnaðu royndina hjá forsetanum at fría amerikansku gíðslarnar á amerikansku sendistovuni í iranska høvuðsstaðnum Teheran í 1980.

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin leið av Alzheimers-sjúkuni, og hann doyði á einum sjúkrahúsið í New York leygarmorgunin.