Cypriotisk sensatión

Smátjóðir skiftast um at fremja ítróttarsensasjónir. Størsta sensasjónin í søguni hjá Champions League gjørdist veruleiki í gjárkvøldið. Higartil hevur Noreg verið tað minsta landið, sum hevur havt lið við í Champions League bólkaspælinum. Men í gjárkvøldið vann meistaraliðið á Kýpros, Anorthosis Famagusta, ein samlaðan 3-1 sigur á grikska stórliðnum, Olympiakos. Famagusta vann heimadystin 3-0, og so gjørdi tað ikki nógvan mun, at Olympiakos vann returdystin við 1-0. Íbúgvaratalið á Kýpros er 530.000 íbúgvar, og er Kýpros nú tað minsta landið, sum hevur havt eitt lið við í Champions League bólkaspælinum. Kýpriotar hava gjørt nógv við at bøta um sína egnu fótbóltsligu, við at gera hana sterkari peningaliga, og sigast má, at hetta langsiktaða arbeiðið hevur borið frukt. Norður-Kýpros er turkiskt, og hava teir síni egnu kapping har, men hon er ikki altjóða viðurkend.