Cyber-stalking gerandiskostur

Tað er vorðið so vanligt at hótta og eyðmýkja onnur umvegis internetið og sms-boð, at tað er vorðið eitt hugtak. Løgreglan nevnir tað cyber-stalking Stalking merkir, at onkur í eitt longri tíðarskeið eyðmýkir teg, chikanerar og ger tær ónáðir. Og tað kann lættliga gerast ein marra fyri offrið.

 

- Stalking er ein trupulleiki, sum veksur alsamt, tí tað er vorðið so nógv lættari. Fyrr var neyðugt at vera til staðar, har offrið var, fyri at gera ónáðir. Men nú ber til at sita heima í síni egnu stovu, og gera tað umvegis tøknina. Hóast stalkarin ikki er kroppsliga nær, so kenna offrini kortini eina nærveru, tí boð allatíðina koma umvegis sms ella telduna. Hetta hevur stóran sálarligan ampa við sær, sigur Søren Thomassen, sum er stjóri fyri IT-kanningardeildini hjá Ríkispolitinum, stytt NITEC, við Kristeligt Dagblad.

 

- Tá chikanan hendir í cyberspace verður hon ofta óndari, enn hon hevði verið, um plágarin mátti hava kroppsliga kontakt. Tí tað er so lætt at vera dulnevndur og bara at trýsta á send, men fyri offrið kann tað hava stórar og álvarsamar fylgjur, sigur hann.

 

Serliga kvinnuhúsini hava merkt eina eksplosjón av hóttanum, sum nú koma umvegis sms og teldu. Umleið tveir triðingar av teimum 2000 kvinnunum, sum hvørt ár vitja donsku kvinnuhúsini, verða í longri tíð plágaðar av monnunum, tær eru rýmdar frá, umvegis cyberspace.

 

Eisini talið av sonevndum ?hati-heimasíðum? og eyðmýkjandi myndum á netinum er fleirfaldað seinastu tíðina.