CX, SO2, tobba-å og aðrar farligheitir

Hjalmar P. Petersen


Har er rok, har í Føroyum. Um CX. Um Z og Å, W og annað meira. Og sum altíð, tá ið talan er um mál, fer alt upp at flogsa.

Eingin einmæltur føroyingur er til, tað er eitt. Einki nýtt er í tí. Heldur ikki í, at føroyskt er týdningarmikið sum eitt slag av einum samleikaflaggi.

Fyrst heilt stutt nakað um tvímælisstøðuna. Eg kann nevna, at ein longri grein er um hetta evnið í Varðanum í ár frá.

Hin tvímælti, virkni føroyski málbrúkarin lænir orð og vendingar úr donskum, meðan so at siga eingi ljóð eru lænt; ná, nøkur fá, sum ‘a’ í ‘statur’, ‘y’ í ‘typa’ og ‘au’ í ‘aula’. Orðini leggja fólk merki til, og málrøktin roynir at finna avloysaraorð. Syntaksina leggja fólk ikki so oftani merki til, sum at kringsetingin ‘frá ungum árum av’ er lænt, t.e. hetta, at hava ‘frá’ og ‘av’ soleiðis í einum setningi. Tá ið hin virkni málbrúkarin tosar danskt, ella gøtudanskt, otar hann/hon føroyskan framburð á gøtudanskt, summi føroysk orð (kotuskift) og einnýtislán, og nakað av syntaks, men fá lán. Eg veit bara um eitt føroyskt lániorð í donskum, og tað er ‘grind’, sum er komið í orðabøkrinar.

Vit tosa danskt við aksent, og eg havi í datagrunni mínum her um føroyskt-danskt tvímæli, kallað K8 datagrunnurin í Hamborg, dømir við koduskifti sum ‘man får et upplivilsi’, og einnýtislán sum ‘ræstfisk’. Eisini blandaðar samansetingar um ‘idrætskúlin’.

Men hetta er sjálvandi ikki øll søgan. Tí hin virkni málbrúkarin nýtir málið at identifisera seg við, og hann flaggar við serføroyskum orðum og gjørdum, sum ‘telda’. Soleiðis vísir málbrúkarin sín solidaritet. Við onnur í málsamfelagnum, og hann/hon vísir, ella vil vísa, seperatión frá einum øðrum, ella fleiri øðrum málum og tað kann enntá blíva soleiðis, at tað verður ein prestisja í hesum at flagga við orðum og vendingum, eitt nú at siga ‘tjúguein’ fyri ‘einogtjúgu’ og enntá eisini ‘mær dámar’, ella ‘meg droymdi dreym’.

Vit hava eina tvímælisstøða, har orð lænast inn, og til ber at síggja hana sum ein møguleika og sum mábygging, heldur enn eina hóttan, og flestir føroyingar hava ein jaligan hugburð til tað at læra danskt, tí tað gevur okkum møguleika at lesa víðari og arbeiða í Norðurlondum. Hetta kemur fram í grein, sum Vár í Ólavstovu hevði í Fróðskaparrit, og í doktararitgerðini hjá Jógvan í Lon-Jacobsen. Og í og fyri seg ríka orðini og vendingarnar føroyskt, tí málið er dynamisk, og hin virkni málbrúkarin er nýskapandi, sum tá ið ein segði, at ‘so gavst mann upp’. Her brúkar hann sjálvandi føroyskt ‘gevast’ og danskt ‘give op’ og letur tað smelta saman í eina heild. Og hví ikki.

Men vit sleppa heldur ikki undan málrøktini, tí eisini hon er partur av søguni, byrjandi við Jákup Jakobsen, og tí ger tað sosum einki, sum eg havi sagt fyrr, um mann roynir at smíða orð. Tað skal bara ikki vera nakar tvingsil í. Mann má og skal, meti eg, finna eina miðleið.


Tað málsliga teknið/orðið

Viðvíkjandi orðasmíði, liggur føroyskt ímillum íslendskt og danskt. Til dømis sigur G. Kvaran, at málrøktin hevur sterkar røtur í Íslandi, og at hon er væl grundað millum fólk. Danir eru heldur lakari at smíða orð, men knáir at læna, og tað mugu teir so um. Føroyingar liggja mitt ímillum. Málrøktin hevur ikki so stóra undirtøku millum fólk sum í Danmark, men heldur ikki heilt onga, og eg kann vísa eina ritgerð, eg las fyri stuttum hjá Wittkugel. Hon skrivaði um ‘an-be-for-heit-ilsi’ orðini, og har vísir hon á við uppteljingum frá orðabókum og Dimmu og Sosialinum frá 1990-unum og fram til í dag, at ‘an-be-for-heit-ilsi’ orðini ikki eru so mong í bløðunum, sjálvt um fleiri hava fingið innivist í orðabókunum. Altso, ‘betala’ verður ikki so nógv brúkt meira í skrift, men heldur ‘gjalda’, til dømis. Og soleiðis kann mann hava ymisk stílløg, og nýta ‘gjalda’ í einum teksti, men eitt nú ‘betala’, tá ið talan er um ein dialog í einum teksti.

Orðasmíð ber til, tí tað málsliga teknið er arbitrert. Tað vil siga, at einki ljóð í t-e-l-d-a ger, at orðið hevur júst ta merking tað hevur. Tað er einki í eitt nú a-num, sum ger, at hetta skal merkja ‘hetta tólið, vit brúka at skriva o.m.a. við’. Men av tí at tað málsliga teknið er arbitrert, ber tað eisini til at læna orð inn, og í sínari byrjan, so eru bæði lániorðið og nýorðið eitt lán. Seinni verða bæði ein partur av føroyskum. Av tí mentala orðastovninum í føroyskum. Eisini lániorðini. Hvør hugsar kanska um, at ‘dunna’ er keltiskt?


Eg haldi, eg fari at stjala ein prest

Ein danskur vanabrotsmaður fekk tosað fimm jydar so til, at teir trúðu, at hann hevði samband við okkurt útlendskt politi, og teir stjólu ein prest í Jyllandi. Hesin slapp leysur seinni, men líka so lítið jørðsamband sum hesin maðurin hevði, soleiðis tykist mær oftani, at tað føroyska málkjakið er. Alt verður vavt saman í ein greyt. Fólk tosa um at fara aftur í danatíðina, og eisini hevur verið uppá tal at koma aftur við bolle-å. Well, hetta kunnu fólk so yvirtaka og so kunnu vit kalla tað tobba-å, og vissuliga um tað ikki er til í sama navni sum ein variantur av ‘o’. Og eg skal eisini nevna, at ein annar Jakobsen, nevniliga Jákup Jakobsen doktari hevði tobba-å í skriftmálsuppskoti sínum frá 1889. Her mælir hann til at skriva ‘borg’ sum ‘bårg’. Uppskotið kom ikki ígjøgnum, men fyri tað er tað gott. Tað, sum hendi var, at politikkur kom uppí, og fleiri skoyttu ikki um at lurta eftir hesum køna og klóka manni.

Men grundin til at eg nevndi hatta við prestastuldrinum er ikki, at ‘eg’, altso ‘hpp’ fari at stjala nakran prest, og skuldi tað endiliga verið, hevði tað verið meira passandi við einari prestindu, men ‘eg’ sum orð er serstakt, eisini eitt nú eitt staðarhjáorð sum ‘her’. Hesi orð eru ikon, segði C. S. Peirce, ein amerikanskur filosoffur. Tað sum hann meinti við var, at eitt beinleiðis fysiskt samband var ímillum fornavnið ‘eg’ og tann, sum tað vísir til, sum tá ið eitt beinleiðis fysiskt samband er ímillum royk og eld. Roykurin indikerar, at eldur er í. Sigur eitt nú Zakaris S. Hansen ‘eg’, so er eitt samband ímillum pronomenið ‘eg’ og persónin, eitt beinleiðis, peikandi samband, og sigur Jógvan í Lon Jacobsen ‘eg’ skiftir tilvísingin frá Zakarisi til Jógvan. Sama við ‘her’. Sigi eg, at eg siti ‘her’ og skrivi um føroyskt, merkir tað reint fysiskt, at eg eri í Hamborg, men sigur til dømis Zakaris S. Hansen, at hann situr ‘her’ og skrivar, so merkir tað, at hann er í Føroyum. Hesi orðini eru annarleiðis enn ‘telda’ og tey flestu orðini, sum eru í málinum, har ‘telda’ stendur fyri øllum heimsins teldum, og øllum teimum, sum hava verið og sum fara at koma.

Hví nevna hetta?

Tí at nú er tað, at eg komi til tað, sum eg ætlaði við hesari greinini. Tað er ógviliga einfalt, hetta við stavraðnum.

Eg meini, at mann skal skriva ‘citat’ sum ‘sitat’, xylofon sum ‘sylofon’, ‘taxa’ sum ‘taksa’ og ‘pizza’ sum ‘pitsa’ o.s.fr. Hetta er ein ortografisk purisma. Hesi orð hoyra til tey, har lutfallið ímillum ljóð og innihald er tilvildarligt, og við einari ortografiskari purismu, kann mann vísa málsolaritet við føroyskt. Hasin C. S. Peirce, sum eg nevndi omanfyri, kallaði slík orð ella málslig tekn fyri symbolir, og orðabøkur, millum annað tann, sum eg gjørdi saman við M. Staksberg, og orðabøkurnar hjá Sprotanum hava m.a. slíkar stavihættir.

Men eg meini ikki, at mann skal skriva CO2 sum SO2, tí hetta er eitt serligt heiti, og heldur ikki slíkt, sum hevur við mentanarrák at gera, t.e. ‘marxisma’ og ‘calvinimsa’. CX kann mann skriva ‘sex’, mest fyri dámin, og tobba-å, tað er óneyðugt, tí so skulu aðrar alternatiónir eisini takast við, sosum ‘stórur’ : stört’, sum J. Jacobsen eisini skjeyt upp. Og eg meini ikki, at mann skal skriva Chile sum Kili. Her skal mann behalda Chili, tí staðarnøvn og nøvn yvirhøvur eru ikonisk, sum tað persónliga fornavnið ‘eg’ og staðarhjáorð sum ‘her, har’. Soleiðis kann málskipanin sjálv avgera hetta, samstundis sum mann respekterar føroyskt fyri tað, tað er, og eisini ta puristisku stevnu, sum vit heldur ikki sleppa undan.