Cutfather vorðin 28 kilo lættari

Um ein veruliga vil, so ber alt til. Hetta má X Factor-dómarin, Mich Hedin, betri kendur sum Cutfather, ásanna. Upp á minni enn eitt ár hevur hann mist ikki minni enn 28 kilo.

 

- 12 tær seinastu vikurnar havi eg verið í fitness. Har havi eg tapt tey síðstu 13 kioini, sigur Cutfather við Ekstra Bladet. Eisini hevur Cutfather havt serligar matvanar. Fyri at gera tað lættari hjá honum at missa kiloini, hevur hann givið sær sjálvum forboð fyri at eta pastoriseraðan mat. Einans mátti hann eta natúrligan mat.

 

Tó hevur Cutfather fingið ein trupulleika nú.

- Nú passi eg ikki gomlu klæðir míni longur. So nú má eg út at keypa nýggj klæðir, sigur Cutfather at enda.