Cutfather: Ida er ikki longur ein stjørna

Eingin ivi kann vera um, at Ida hevur verið stórfavorittur til at vinna ársins X-Factor. Men nú er hon ikki longur ein favorittur, heldur Cutfather.

 

Ungi solisturin hjá Pernille Rosendal, Ida, er av miðlunum útnevnd til ársins favorit. Men live-sendingin í gjár broytti hetta, sambært Cutfather.

 

- Eg haldi, at Ida misti sæti sum favorittur í kvøld. Nógv spennandi hendi, og eitt nú Morten Benjamin gjørdi nakað heilt serligt, sigur Cutfather, sum í ár er dómari hjá tí eldru kategoriini.

 

Men Morten Benjamin kann heldur ikki kalla seg fyri favoritt, heldur Cutfather.

 

- Morten Benjamin er ótrúliga góður, men eg gleði meg til at síggja aðrar síður av honum, sigur Cutfather við eb.dk.

 

Hann heldur, at støðið á fyrstu live sendingini var høgt.

 

- Eg haldi tað er rættiliga tætt ímillum luttakararnir. Tað verður ein spennandi kapping, sigur Cutfather við eb.dk.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.