Curbishley tekur yvir í West Ham

Tað tók bara tríggjar dagar hjá Eggert Magnusson at finna mannin, sum tekur við eftir sekkjaða Alan Pardew í West Ham
Hesin verður nevnliga Alan Curbishley, sum fram til í summar var venjari hjá Charlton. Her hevði hann í fleiri ár sera góð úrslit við avmarkaðum midlum.
Síðani hann legði frá sær hevur hann verið settur í samband við hópin av venjarastørvum í Onglandi, og eitt nú hava Aston Villa, WBA, Leeds og Norwich sýnt áhuga.
- Hann gjørdi eitt fantastiskt arbeiði í Charlton, og hann er sera høgt í metum um allan fótbóltsheimin. Tí eri eg sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa Alan sum venjara, sigur íslendski formaðurin í West Ham.