ST-aðalfundurin í New York fekk eina øðrvísi vend mikudagin, tá ríkisleiðarar úr øllum heiminum við stuttari freist komu á fund at skifta orð um ”Culture of Peace”, sum Saudi Arabia serskilt hevur ynskt at seta á dagsskrá. Í hesum partinum av aðalfundinum hevur verið vanligt at viðgera framløgd mál í teimum seks stóru nevndunum, fyri síðani at atkvøða um málini so hvørt, sum tey eru avgreidd úr nevndunum. Og tí eru 12. og 13. novembur serligir.
Samrøða við tolsemi
Mikumorgunin hoyrdi eg m.a. kong Abdullah II bin Al Hussein av Jordan, finska forsetan Tarju Halonen, libanesiska forsetan Michel Sleiman, afghanska forsetan Hamid Karzai og forsætismálaráðharran í Qatar sheik Hamad bin Jassim bin Jabr Al-Thani. Hesi røddu øll eldhugað um týdningin av grundleggjandi frælsi fyri øll, herundir serliga trúar- og talufrælsi uttan mun til húðalit, kyn, mál ella trúgv. Høvuðsevnið hesar tveir dagarnar er opin samrøða millum trúgvir og religiónir undir áðurnevnda heitinum Culture of Peace. Týdningurin av, at ymsu religiónirnar samskifta á tolsamum grundarlagi, gerst alsamt størri, sum dømini um ótolsemi, diskriminatión, haturs-talu og ágang móti religiøsum minnilutum úr øllum religiónum økjast. Endamálið hjá Saudi Arabiu er at undirstrika týdningin av tolsamari samrøðu millum øll fólkasløg, eins væl og virðing fyri øllum teirra ymsu religiónum, trúgvum og mentanum. Lond og ríkisleiðarar eru í orðaskiftinum samd um at fordøma tey, sum brúka religión sum orsøk at drepa ósek, at fremja terrorismu og harðskap, og at hetta er í beinleiðis stríði við andan í religión, sum er friður, rættvísi og javnrættur.
Serliga festi eg meg við taluna hjá afghanska forsetanum Hamid Karzai, sum vísti á tað grundleggjandi skeiva í, at nakrir terroristar kalla seg islamiskar fundamentalistar, tí islam vendir sær beinleiðis móti terrorismu og ágangi sum heild. Hann vardi islam sum eina friðarelvandi religión á sama hátt sum vit í okkara parti av heiminum eru samd um, at kristna trúgvin ikki elvir til harðskap, men heldur til frið.
Framstig fyri heimin
Verða verk sett aftanfyri føgru orðini og stóru talurnar, er talan um eitt greitt framstig fyri heimsfriðin. Serliga tykist tað hava verið trupult millum kristna og islamiska partin av heiminum at samrøða og hava sínamillum virðing. Men at ríkisleiðarar úr øllum heiminum eftir so stuttari freist skúgva annað til viks fyri at møtast tveir dagar í New York og geva sítt íkast til hetta orðaskiftið er týðuligt tekin um, at heimurin er troyttur av áhaldandi kríggi, krígsbrotsverkum, terrorismu og síðst, men ikki minst, forfylging av øðrvísi trúgvandi. Vit í Føroyum hoyra dagliga um kristin, sum verða forfylgd í muslimskum londum, eitt nú Indonesia. At Saudi Arabia - eitt muslimskt land - nú tekur hetta evnið upp á hápolitiskum støði er undrunarvert og uttan iva góð tíðindi fyri tey, sum verða forfylgd.
Í dag, hósdagin 13. novembur er aftur toppfundur í New York har m.a. George Bush fer at røða um Culture of Peace.