Tíðliga í ár varð eitt stórt ynski hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi gingið á møti. Tað var, tá ið tey loksins fingu ein skannara, sum tey hava ynskt sær í langa tíð.
Men skannarin er ikki tikin í nýtslu enn. Ætlanin var, at skannarin fyrstu tíðina skuldi rekast í samstarvi við serkøn heilsustarvsfólk, radiografar, á Landssjúkrahúsinum. Men tað er ikki eydnast, tí tey hava ikki arbeiðsorkuna til tað.
– Vit hava ikki nógvar radiografar í Føroyum, og tí fara vit nú at søkja uttanlands eftir radiografum. Eg vóni, at skannarin kann takast í nýtslu fyrst í komandi ári. Tað verður eitt stórt framstig, tá ið vit fáa tikið skannaran í nýtslu, sigur Hans Pauli Henryson.
Skannarin fer at fáa avgerandi týdning fyri sjúklingar í Suðuroy.
Suðuroyar Sjúkrahús sendir yvir 200 sjúklingar á Landssjúkrahúsið um árið til CT-skanningar. Í summum førum meta læknarnir, at tað er bráðneyðugt at fáa sjúkugreining, og tá mugu sjúklingar sendast til Havnar við tyrlu, viðhvørt í ringum veðri.
Skannarin, tey nú skulu taka í nýtslu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, nøktar 90 prosent av øllum skanningum, tey hava tørv á at gera. Og allir hesir sjúklingarnir sleppa nú undan at verða sendir til Havnar, tí hereftir kunnu teir skannast á Suðuroyar Sjúkrahúsi.