Tað var tó ikki nógv, sum bendi á, at russiska liðið skuldi enda omaná, tá ið finalan var hálvrunnin. Sporting Lissabon, ið hevði fyrimun av at verða á heimavølli, var greitt betra liðið fyri steðgin, og teir høvdu eisini tikið leiðsluna í dystinum.
Fyrimyndarligt kontraspæl
Sporting Lissabon niðurspældi russiska liðið fyri steðgin, og tað var fult uppiborið, at teir løgdu seg á odda, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Rogerio fekk bóltin áraka brotsteigarmarkið hjá CSKA, og hann langaði bóltin í meskarnar dygst upp undir samankomingina. Portugisiska liðið hevði eisini fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist teimum ikki.
Unga manningin hjá CSKA Moskva var tó sum hamskift eftir steðgin. Teir vóru nógv ágrýtnari, og tað tóktist sum um, at teir nú tordu betur at spæla sítt spæla. Hetta gav eisini at bíta, tá ið góðir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
CSKA fekk eitt fríspark nakað úti í høgra borði, og Aleksei Berezoutski setti krúllin undir bóltin inni í brotsteiginum, og bólturin stakk í vøllin, áðrenn hann fór í netið aftan fyri Ricardo í Sporting-málinum.
Nú var dysturin púra opin aftur, men tað gingu einans tíggju minuttir, so hevði russiska liðið, sum Roman Abramovich eigur ein stóran part í, lagt seg á odda. Hesaferð var talan um eitt skjótálop, har CSKA vístki fyrimyndarligt kontraspæl. Portugisiski leikarin hjá CSKA, Carvalho, sendi ein frálíkan bólt inn millum verjuspælararnar hjá Sporting, og Yuri Zhirkov gerst leysur, og hann sendir hegnisliga bóltin millum beinini á Ricardo og í mál til 2-1.
Sporting Lissabon gav tó ikki skarvin yvir, og tá ið eitt korter var eftir, var um reppið, at teir komu upp á javnt. Russiski málverjin Akinfeev hálvbjargar eini langskotsroynd, men Sporting heldur fast í álopinum, og ein bóltur verður sendur hegnisliga inn í málteigin, har ein Sporting-leikari roynir at benda í málið. Men bólturin rakar innarsíðuna á stongini, áðrenn hann støkkur í føvningin á CSKA-málverjanum.
Akinfeev ger so skjótt av og byrjar eitt kontraálop, og 19 sekund eftir at hann fekk bóltin, liggur hann í Sporting-málinum. Síðsta fótin á hesum kontraálopinum átti brasilski framherjin hjá CSKA, Vagnar Love, og harvið tryggjaði CSKA Moskva sær UEFA-Cup sigurin.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt russiskt lið hevur vunnið eina europeiska kapping, síðani jarnmúrurin fall, men hetta er neyvan seinastu ferð, at vit hava hoyrt um hetta spennandi liðið, ið CSKA Moskva hevur.