Fyri fyrstu ferð nakrantíð er russiska CSKA Moskva komið í fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini. Hetta hendi eftir ein rættiliga óvæntaðan 2-1 sigur á spanska Sevilla, so russarnir samanlagt vunnu 3-2.
Russiska liðið kom á odda stutt fyri hálvleik, tá Tomas Necid snýtti ein verjuspælara og skoraði flatt til 0-1. Men bert tveir minuttir seinni bleiv Diego Perotti leysur í hinum endanum og javnaði til 1-1, sum var hálvleiksstøðan.
Men tað, sum avgjørdi dystin, var óhepni leikluturin hjá Sevilla-málverjanum, Andres Palop, sum tíðliga í seinna hálvleiki fullkomuliga varð tikin á bóli, tá japanski Keisuke Honda úr 40 metrum sendi eitt fríspark ímóti málinum. Hóast skotið ikki sá út av tí nógva, boksaði Palop onkursvegna bóltin upp undir nettakið.
Av tí at hetta var annað útivallarmálið hjá russunum, øktist trýstið á Sevilla, sum tó ongantíð fekk brotið seg ígjøgnum sterka defensivin hjá CSKA Moskva, ið legði nógv fyri síðstu 35 minuttirnar, men eisini kláraði at halda leiðsluna allan vegin.