Bert ein dag eftir at tíðindini bórust um, at Crystal Palace venjarin, Frank De Boer, hevði fingið sekkin, hevur Crystal Palace í kvøld kunngjørt navnið á nýggja venjaranum.
Les eisini: Fyrsti venjari í Premier League koyrdur
Nýggi venjarin er navnframur í enskum fótbólti, og hevur nógvar royndir. Talan er um Roy Hodgson, sum seinast var enskur landsliðsvenjari undir EM í 2016. Áður hevur hann eisini vant lið sum Liverpool, Fulham, West Bromwich og Blackburn.
Við heimasíðuna hjá Crystal Palace, sigur Roy Hodgson, at hann gleðir seg til nýggju uppgávuna.
- Eg eri glaður fyri at vera aftur í klubb-fótbólti. Tað er langtsíðani at eg havi verið úti til dagligar venjingar, so tað gleði eg meg til at gera aftur, sigur Roy Hodgson.
Fyrsti dystur hjá Roy Hodgson í Crystal Palace verður leygardagin, tá Crystal Palace spælir móti Southampton.