Á tíðindafundinum í FSF-húsinum fríggjadagin var Michel Platini millum annað spurdur, hvør ið var besti spælarin, ið hann nakrantíð hevur spælt saman við ella ímóti:
- Eg havi verið á vølli saman við nógvum framúr góðum spælarum, men eg haldi, at tann størsti av teimum øllum er Johan Cruyff. Tá ið hann spældi sín seinasta dyst, ein sonevndan "avskeðsdyst" við útvaldum leikarum, var eg við, og tí slapp eg at spæla saman við honum í 45 minuttir. Tað var heilt ótrúligt, tí hann var øll míni ungdómsár mín stóra fyrimynd, segði Michel Platini.
Annars hevur Platini spælt móti og saman við so frægum spælarum sum Diego Maradona, Paolo Rossi, Jean Tigana, Karl Heinz Rummenige og øðrum, men Cruyff er tann, ið hann sjálvur heldur verða tann besta av teimum øllum.










