Fríggjadagin 19. mai vitjar ferðamannaskipið Ocean Adventurer í Funningi. Hetta sama skip vitjaði eisini í fjør, og var hetta fyrsta skipið, sum vitjaði bygdina. Vitjanin var so væl eydnað, at reiðaríið bílegði alt fyri eitt pláss aftur í ár.
Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri Funning, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar Havn og Visit Runavík, er sera spent og til reiðar at taka væl ímóti bæði ferðafólkum og manning.
Ymiskt verður at uppliva hendan dagin, m.a. verður kafé og søla av minnislutum í skúlanum, sálmasangur og vitjan í kirkjuni, søgulig framsýning í Ólvustovu, spákingartúrar í bygdini við ferðaleiðara, føroyskur dansur í dansistovuni og gongutúrar niðan á Hvíthamar og Slættaratind við lokalum ferðaleiðarum. Harumframt vera ASK ME- fólk í bygdini til reiðar at hjálpa og leiðbeina.
Ocean Adventurer er 100 m langt og umborð eru umleið 100 fólk. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 17.00. Fyrsti bátur kemur inn á lendingina kl. 8.45. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.