Crouch framvegis í Liverpool

Enska felagið Liverpool hevur rættiliga styrkt sær álopið í summar. Felagið hevur gjørt sáttmálar við Fernando Torres, Andriy Voronin og Ryan Babel, og samstundis hevur felagið latið Craig Bellamy og Robbie Fowler fara. Hinvegin er greitt, at høgi Peter Crouch skal halda fram í Liverpool. Fleiri feløg hava víst honum áhuga í summar, men Liverpool-venjarin vil hava Crouch við í hópnum næsta kappingarár.