Portugal vann seg í kvøld víðari til EM endaspælið við sigri á Bosnia Hersogovina. Cristiano Ronaldo skoraði tvey mál í 6-2 sigrinum. Írland, Tjekkia og Kroatia komu øll víðari eftir at hava vunnið fyrra dystin.
Seinni dystirnir í teimum fýra finalinum um at vinna seg víðari til EM endaspælið í Póllandi og Ukreina komandi summar vóru í kvøld.
Tað stóð eitt sindur á hjá Portugal, sum bara megnaði málleysan javnleik í fyrra dystinum móti Bosnia Hersogovina. Men tá avtornaði, so hevði portugisiski bóltsnillingurin, Cristiano Ronaldo, sjálvur avgjørt lagnuna hjá sær sjálvum og sínum landsmonnum við tveimum málum.
Cristiano Ronaldo legði Portugal á odda longu tíðliga í fyrra hálvleiki, áðrenn Nani um miðjan fyrra hálvleik økti til 2-0. Bosnia Hersogovina minkaði um munin stutt fyri hálvleik við brotssparki.
Í seinna hálvleiki økti Cristiano Ronaldo aftur og minuttin seinni fingu gestirnir ein mann útvístan. Hóast tað, so megnaði Emir Saphic at minka um munin aftur, so Bosnia Hersogovina aftur bara var eitt mál frá at koma víðari.
Stutt seinni kom tó mønustingurin, tá Helder Postiga legði Portugal á odda 4-2. Síðani øktu Miguel Veloso og aftur Helder Postiga til endaliga úrslitið 6-2.
Írland spældi javt 1-1 í Dublin móti Estlandi og er samanlagt víðari við einum 5-1 sigri. Tjekkia greiddi eisini sína skyldu við 1-0 sigri í Montenegro. Kroatia, sum vann 3-0 í fyrra dystinum í Turkalandi, greiddi eisini sína skyldu við málleysum javnleiki í seinna dystinum.
Dystirnir í kvøld:
Írland (4) (2) Estland 1-1 (1-0)
1-0 Stephen Ward, 32
1-1 Konstantin Vassiljev, 57
Írland vinnur samanlagt 5-1
Montenegro (0) (2) Tjekkia 0-1 (0-0)
0-1 Petr Jiracek, 81
Tjekkia vinnur samanlagt 3-0
Portugal (0) (0) Bosnia Hersogovina 6-2 (2-1)
1-0 Cristiano Ronaldo, 6
2-0 Nani, 24
2-1 Zvezdan Misimovic, 41 br
3-1 Cristiano Ronaldo, 53
3-2 Emir Spahic, 66
4-2 Helder Postiga, 72
5-2 Miguel Veloso, 80
6-2 Helder Postiga, 82
Portugal vinnur samanlagt 6-2
Kroatia (3) (0) Turkaland 0-0 (0-0)
Kroatia vinnur samanlagt 3-0









