Cristiano Ronaldo ákærdur fyri neyðtøku

Cristiano Ronaldo hevur leingi verið innblandaður í einum rættarmáli, og nú er hann ákærdur og skal í rættin

Ronaldo var í fjør innblandaður í einum rættarmáli, og eftir at rættarmálið hevur ligið deytt í eina tíð, hevur Juventus leikarin nú fingið boð um at hann skal til USA, tí hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í Las Vegas fyri tíggju árum síðan. Hetta skrivar millum annað The Times.

Amerikanska politiðið hevur eisini sent boð eftir DNA hjá fyrrverandi Real Madrid spælarinum.

Í fylgi keldum sum The Times, eru Cristiano Ronaldo og hansara sagførarar ónervaðir av hesum, og vænta at koma væl frá støðuni.

Kvinnan ið hevur ákært stjørnuspælaran, fekk í fjør 2,5 milliónir krónir fyri at trekkja sakina aftur, hetta var tó tíggju ár eftir hendingina í Las Vegas.

Ronaldo og umboðsfólkini hansara hava sent bræv til dómarin, har man mótsigur útsagnirnar frá kvinnuni, og grundar fyri hví at rættarmálið burdi verði vraka.