Cristiano Ronaldo er við eitt vegamót

Premier League: 37 ára gamla heimsstjørnan er í iva, um hann skal halda fram í Manchester United

Fleiri bretskir miðlar skriva, at Cristiano Ronaldo er partvís ónøgdur við støðuna í Manchester United. 37 ára gamli áleyparin er ónøgdur við vantandi innkeyp, men tað, sum verri er, er at Manchester United ikki spælir í Champions League komandi kappingarár.

 

Cristiano Ronaldo er ein av ímyndunum av Champions League. Hann er søguligur toppskjútti, og hevur metið fyri flestar dystir í kappingini, sum hann hevur vunnið fimm ferðir. Hann sigst hava góðan hug at økja um metini, men tað kann hann ikki við Manchester United komandi kappingarár, tí felagið er endað í Europa League.

 

Portugisiska heimsstjørnan hevur eitt ár eftir av sáttmálanum. Søgan í bretsku milðunum er, at Cristiano Ronaldo ikki beinleiðis er ónøgdur við nýggja venjaran, men saknar fleiri innkeyp, sum kunnu gera mun á Old Trafford.

 

Kendi umboðsmaðurin hjá honum, Jorge Mendes, skal hava bjóðað áleyparan fram til fleiri feløg, men tað er avmarkað hvussu nógv feløg kunnu rinda lønina, ið Cristiano Ronaldo skal hava. Hann sigst liggja um fimm milliónir krónur um vikuna.

 

Erik ten Hag er nýggjur venjari. Hann hevur keypt vinstra bakkin Tyrell Malacia frá Feyenoord, meðan tað gongur verri at fáa Frenkie de Jong frá FC Barcelona, ið hevur fingið fíggjarliga innspræning við at selja partar av sjónvarpsrættindunum.

 

So er spurningurin, um Cristiano Ronaldo kann liva við einum kappingarári í Europa League við Manchester United, ella um tað finst ein keypari har úti?