Fyrrverandi formaðurin í ÍF, og fótbóltsviðmerkjarin á Rás 2, Ólavur Larsen, er einigur við Símuni Samuelsen og Teiti Joensen um, at Luis Suarez manglar millum teir tilnevndu til Ballon D'or.
Og so væntar Ólavur, eins og Teitur, at Cristiano Ronaldo stendur sum eftir sum vinnari av Ballon D'or, meðan Diego Simeone stendur eftir sum vinnari av ársins venjara.
Les eisini: Hesir kunnu vinna Ballon D'or
Hvør leikari manglar á listanum?
Luis Suarez manglar heilt sikkurt á listanum, sjálvt um tað nokk er ein góð grundgeving fyri hví hann ikki er har. Hann var so mikið eyðsýndur, at hann eigur at vera á listanum óansæð, men tá FIFA ger listan og FIFA gevur honum leikbann / bót við meira, so kunnu teir nokk ikki forsvara tað at hava hann á listanum. Thiago Silva, liðskipari hjá PSG sum vinna Ligue 1, vinna Coupe de la Ligue, tapa kvartfinalu í CL og er liðskipari á Brasilska landsliðnum, sum missa alt á gólv tá hann ikki er við ein dyst. Ein fantastiskur verjuleikari seinasta árið. Vincent Kompany, aftur ein verjuleikari og liðskipari, sum hevur gjørt tað ótrúliga gott við Manchester City, sum vunnu PL og Capital One Cup, og á Belgiska landsliðnum. Eisini eru leikarar í týsklandi sum Marco Reus og Robert Lewandowski
(Teitur Joensen nevnir eisini David Alaba, sum eisini er suverenur, men eg hugsaði ikki um hann áðrenn).
Hvør leikari skuldi ikki verið á listanum?
Bastian Schweinsteiger, Mario Gotze og Javier Mascherano kunnu diskuterast, tí teir hava ikki verið heilt suverenir fyri bæði felag og landslið. Gotze og Mascherano hava tó havt onkrar avgerandi leiklutir, tí eru teir nokk á listanum. Eg hevði heldur ikki havt Neymar á listanum, men tað høvdu FIFA ikki klára at forsvara og skilji væl at hann er hype'aður so nógv, at hann skal standa á listanum. Um hann ikki var eitt og alt í tí offensiva hjá Brasilia, so hevði hann ikki staðið eftir sum nakað serligt fyri seinasta árið.
Hvørjir tríggir skulu standa eftir 1. Dec?
Cristiano Ronaldo, Lionel Messi og tann triði er ringur at siga. Zlatan Ibrahimovic, Toni Kroos og Diego Costa standa sera tættir. Zlatan hevur einki HM, Diego Costa hevur eitt vánaligt HM, so eftir stendir Toni Kroos sum triði maður.
Og er nakar venjari, sum manglar á listanum?
Dugi ikki at síggja hví teir júst hava valt Jurgen Klinsmann út sum landsliðsvenjara, har kundu teir líka væl (ella heldur) valt venjaran hjá Costa Rica, Jorge Luis Pinto ella venjaran hjá Algeria, Christian Gourcuff. Veit ikki hví José Mourinho er valdur framum Brendan Rodgers, men vænti tað er uppá semi-finaluna í Champions League. Hvørgin av teimum vann nakað í 2013/2014 kappingarárinum, men Mourinho er byrjaður sera væl, meðan Rodgers er byrjaður minni væl. Kanska hvørgin burdi verið á listanum.
At enda væntar Ólavur at Cristiano Ronaldo vinnur Ballon D'or, og at Diego Simeone gerst ársins venjari.